Wednesday, September 26, 2007

Kanon

Kanón kanon

BÓKMENTAREGLUR

Tann, ið bert kennir eitt land, kennir einki land– Seymour Martin Lipset (sosiologur og granskari)

Orðið »kanon« kenna vit úr grikskum og hebreiskum. Tað merkir ein regla, eitt mát, fyridømi ella meginregla fyri verk ella ritverk, ið skulu lesast. Ein kanon er ofta fast ásett av mentanarligum, tjóðskaparligum ella trúarligum ávum. Fyrr var ein kanon áseting fyri halgirit. Bíblian verður ofta søgd at innihalda tey røttu kanonisku ritini, mótvegis teim apokrýfu, ið merkir loynd rit. Hetta eru bøkur sum Juditar Bók, Fyrra og seinna Makkabearabók, Vísdómsins Bók, ið enn verða lisnar í katólsku kirkjuni. Tá vit tosa um kanon innan bókmentir, hevur tað røtur í hesum sama.


Kunnu vit hugsa okkum ein lista yvir tær 50 bestu rokkpláturnar í heiminum, ið vit einaferð koma at læra um, og vónandi lurta eftir, í fólkaskúlanum og í miðnámsskúlunum? Og ein lista við t.d. 50 meistarligum filmum, ið vit øll hava sæð – tí sjónvarpið hevur víst teir og bókasøvnini hava lænt okkum teir. Skulu ikki øll síggja

»The Kid« hjá Charlie Chaplin [1919], meistarligar japanskar filmir sum

»Ugetsu Monogatari« hjá Mizoguchi,
»De 7 samuraier« hjá Kurosawa,
»Tokyo monogatari« hjá Ozu.

Ella nýggjari filmir sum
»Cabaret«,
»Citizen Kane«,
»Taxi Driver«,
»Bag skyerne«,
»Hiroshima mon Amour«,
»La Dolce vita«,
»Cinema Paradiso«,
»Smultronstället« hjá Ingmar Bergman [1957]
ella »Sange fra anden sal« hjá Roy Andersson [2000].
Tað, sum er serliga áhugavert í okkara tíð – her hugsi eg um tíðina frá uml. ár 1900 til í dag – er, at øll hendan tíðin er eyðkend av uppreistri og skilnaði við tað, sum var kanon og borgarlig list.

Avantgardulistamaðurin Marcel Duschamp setti longu eitt pissoir á ein listaskála í 1917, seinni hevur Piero Manzoni við verkinum »Merda d'artista« frá 1961 koyrt sítt egna skarn í eina dós. Og hugsa vit um eina dós, so málaði Andy Warhole hópin av myndum av Campbell's suppu. Lemmerz hevur víst fram rotnandi grísar í Esbjerg og ein annar listarmaður stoytti livandi akvariufiskar í eina hvirlu – so fólk kundu koyra hesar frá um tey vildu; um tað so var listaverkið sjálv, ella ein fiskur í 1000 molum veit eg ikki. Alt er endað inni á listaskálum, sum hava keypt installatiónir við 500 bildekkum, ið eru rættuliga torfør at seta fram í dag sum kanon. Tað er næstan meiningsleyst at tosa um modernistiskar outsidarar, tí modernistisk list hevur altíð sæð seg sjálva sum outsidaran í 20. øld. Líkasum rokksøgan er rættiliga uppreistrarkend.


Men við tíðini eru hesi villu listafólkini endað í mentanarsøguni. Sjálvt hetta at bróta mark hevur skapt eina kanon, har tað snýr seg um at bróta so mong mørk sum gjørligt. Lektarin Frederik Stjernfelt tók til, at tað at brúka ein hundalort í einum listarverki er einki nýtt, ja, nærum sentimental friðsæla, ið hoyrir heima í hvørjari smáborgarligari listafatan.
Avantgardan bygdi einaferð á tankan um »make it new« og hugsaði ikki sjálv um, at hon skuldi gerast kanon ella at avantgadan sjálv skuldi enda á einum listaskála.
Tað áhugaverda er, at modernisman verður sett í samband við hugtøk sum romantikk, realismu, avantgardu og postmodernismu. Og at modernisman verður sædd út frá t.d. samfelagsligum, ideologiskum, sálarfrøðiligum, eksistentiellum og fagurfrøðiligaástøðiligum sjónarhornum, og haraftrat út frá sambandinum við rokk, filmslist og nýggju fjølmiðlarnar.

Reint bókmentafrøðiliga sæð tykist kanon ikki hava tann stóra ástøðiliga áhugan í dag. Men tað eru aðrir stórir ástøðiligir spurningar, ið hava trokað seg fram seinastu árini í kjalarvørrinum av hesum hugtaki. Tann kanon, vit hava, er sjálvandi mest eitt úrslit av, hvat stovnar sum fólkaskúlin, miðnámsskúlar og lærdir háskúlar hava valt at lesa upp gjøgnum søguna, og mest av øllum valt ikki at lesa. Kjakið um kanon er eins nógv eitt kjak um virði, um sosial áhugamál og vald.
Í Danmark hevur verið nógv kjak um kanon. Ein nevnd var niðursett at gera eina kanon. Nevndin kom við einum tilmæli í fjør, har Jørn Lund var formaður. Hendan kanon var mest sum øll donsk, og fáar kvinnur vóru við – og tað østi mong. Nevndin sigur, at henda kanon ikki bara inniheldur ein máta at lesa bókmentir, og at lærarar kunnu lesa onnur verk eisini, t.d. heimsbókmentir.
Maðurin, ið hevur høvuðsábyrgdina av hesi nevnd, er konservativi mentamálaráðharrin Brian Mikkelsen, sum segði, at kanon er til fyri at kunna børn og ung um danskan mentanararv og søgu, tí sum støðan er nú, eru tey alt ov søguleys. Hetta heldur hann kunna verða eitt samleikaskapandi projekt, har mentanarligi arvurin og okkara siðir eru týdningarmikil. Er rapptónleikur kanon?Hetta fall nógvum fyri bróstið. Anne Marie Mai, professari, tók til, at kjakið um kanon snýr seg um ein longsul eftir at gera alt eintýtt. Hon heldur, at danskar bókmentir eru nógv meira enn hetta, og nevnir sjálvt avantgarduhøvundar og rapptónleik. Hon heldur, at tað øvugta av kanon eru outsidarabókmentir – ið sjálvandi ikki eru við. Aðrir atfinnarar hava sagt, at ein slík kanon er tað øvugta av veruligum bókmentaligum kritikki. Tí við at gera nøkur verk til ein part av danska samleikanum, kunnu granskarar einki gera við hesi verkini í framtíðini og nýggj verk sleppa ikki við á listan.

Hetta er kortini ikki rætt, tí høvdu hesi fólk lisið álitið hjá kanonnevndini, so eru tað bert 25 prosent av tí, sum skal lesast, ið er fast ásett.
Forlagið Gyldendal hevur verið visionert og gevur í løtuni út eina risakanon í ellivu bindum, ætlað skúlunum. Tilsamans uml. 3000 síður – frá 1. flokki til 3. g. Líkt er til, at givin verða út verk líka frá Platon, Homer, Ovid, Dante, Snorra Sturlusson, Montaigne, Kingo, Holberg, Ewald og til H. C. Andersen. Tað, sum serliga gleðir meg við hesum útgávum er, at heimsbókmentir endiliga fáa pláss saman við donskum bókmentum. Alt frá Heine, Poe, Ekelöf, Magnus Enzensberger og til Göran Tunström og reinar outsidarar sum William S. Burroughs, Camus, Cèline, sum skulu lesast saman við t.d. Klaus Rifbjerg, Henrik Stangerup og Inger Christensen. Eg veit ikki um kanonnevndin ella mentamálaráðharrin høvdu roknað við hesum?Vesturlendsk kanonFara vit frá tí ítøkiliga kjakinum um kanon yvir í bókmentafrøðina, so eru bókmentafrøðingar ósamdir um hvussu ein møgulig kanon skal skipast í dag.Herfyri var kendi amerikanski bókmentaprofessarin Harold Bloom í Danmark, hann er professari á Lærda Háskúlanum Yale í USA. Hann er m.a. kendur fyri bókina »The Western Canon«, har hann berjist fyri at varðveita áhugan fyri vesturlendskari mentan, sum hann heldur innihalda eina serstaka vesturlendska kanon. Tá hann tosar um kanon, hugsar hann yvirhøvur ikki um ymisk mál ella øki, tí fyri hann eru tað Dante, Shakespeare, Goethe, Tolstoj, Blake, Dostojevski, Yeats og Balzac, sum eiga lívið í okkum.
Sjálvur sigur Bloom, at hansara kanon ikki er politisk, hon skal t.d ikki vera nationalistisk ella styrkja moralsk høgravend virði, so her endar øll samanbering við mentanarmálaráðharran í Danmark og hansara kanonprojekt, ið er bæði konservativt og nationalistiskt.
Tað er so nógv størri vandamál innan list og bókmentir enn kanon. Eitt av hesum vandamálum, er at ung fólk lesa ov lítið, at óendaliga útboðið av fjølmiðlum og internet kann gera fólk óvitandi og at tey halda, at Kafka er eitt russiskt telduspæl.
Svenski rithøvundurin og bókmentaummælarin Olof Lagercrantz tók til, at áhugin fyri lívinum hjá Strindberg var næstan ræðandi. Øll møgulig fólk kjakast dúgliga um lívið hjá Strindberg, uttan at hava lisið eina bók hjá honum.
Tjúgunda øld hevur verið dæmd av modernistisku listarinnar og bókmentarinnar experimentum og formtilvitan á ein hátt, sum hevur gjørt modernismuna spennandi. Men hesi verk eru ikki við í nakrari kanon enn, og tað er ein veikleiki.
Skal ein skilja nakað í norðurlendskum bókmentum, er neyðugt at lesa høvundar sum Hamsun, Strindberg, Ibsen, Laxness og onnur, men eisini T. S. Eliot, Marcel Proust, Virginiu Woolf, Samuel Beckett, Svend Åge Madsen, Inger Christensen, Henrik Nordbrandt, S. U. Thomsen og onnur. Amerikanskar bókmentir eru eisini sera týdningarmiklar fyri okkum – til dømis The New York School of Poets, Asbery, Ginsberg, William Carlos Williams, Pound og onnur. Sjálvandi týsk og fronsk avantgarduskald, men eisini svenskir modernistar eru í dag umráðandi fyri okkum í norðurlendskum og evropeiskum listarligum og bókmentaligum høpi í okkara samtíð.
Tað, sum er áhugavert, er at modernisman verður sett í samband við hugtøk sum romantikk, realismu, avantgardu og postmodernismu. Og at modernisman verður sædd út frá t.d. samfelagsligum, ideologiskum, sálarfrøðiligum, eksistensiellum og fagurfrøðiliga-ástøðiligum sjónarhornum, og haraftrat út frá sambandinum við rock, filmslist og nýggju fjølmiðlarnar. Ein antikononisk kanon?Nýmótans list og bókmentir hava gjøgnum alla 20. øld bjóðað fastgrónar hugmyndir um, hvat er list og ikki, og ikki minst hvar listin endar og lívið byrjar. Tískil verður í modernistisku listini ofta kjakast um hvar markið er í verkinum sjálvum, tí hesi bróta niður mørk millum listarliga arbeiðið – verkið – og sosiala veruleikan. Hetta kjak heldur fram av tí at postmodernisman hevur problematiserað alla list.
Eg haldi, at framtíðarinnar lærugreinir í donskum og føroyskum skulu menna seg til at gerast eitt mentanarfak og ikki bert eitt bókmentafak. Tað skal verða líka vanligt at lesa skaldsøgutrilogiina hjá Samuel Beckett, Ionesco, Rilke, New American Cinema og lyrikkin hjá Dan Turéll fyrst í 1970'unum sum at síggja sjónvarpsrøðina Die Zweite Heimat. Hesi kunnu sama dag lesa heimsbókmentir sum Pessoa, Sedakova, Burroughs og lurta eftir Bob Dylan og Tom Waits, tí hesi umhugsa modernismuna eins gjølla sum bókmentir og t.d. sambandið millum mál, subjekt, verk og heim.
Avantgardan er eisini áhugaverd, og ein traditiónstilvitan í dag, ið bert bygdi á tankan um »make it new« og tí ikki á tankan um, at avantgardan sjálv skuldi á museum ella gerast kanon.
Ein nýggj tíð skapti modernismuna og modernitetin, ið var ein nýggj tilverufatan. Ein nýggj tíð mátti føða eina nýggja og radikala list til at útgreina og tulka modernitetin. Í Føroyum síggja vit ofta hetta spleenið hjá Janusi Djurhuus. Í mun til hetta eru menningarskaldsøgur – við teirra uppbyggiligu borgarligu moralismu – heilt erliga skrekkiliga tungar og gamlar. Tað, ið modernistarnir gjørdu, var so óendaliga meiri áhugavert enn at »avmynda veruleikan«, sum málningalistin, standmyndir og realistiska skaldsøgan gjørdi. Tað, sum er umráðandi, tá vit hugsa um kanon, er ikki um tað er nýtt ella gamalt, men um tað er ektað. Hetta er fyri meg nakað, ið er ein formur uttan forlorið ornament. Modernisman er í dag eisini klassisk, má ein siga, og átti at verið kanoniserað.Øll, ið hava fylgt bert eitt sindur við hugtakinum »samtíðarlist« vita, hvussu torført tað er at avmarka hetta hugtakið. Tosa vit í Danmark um »danska« og »klassiska« samtíðarlist, so eru tað Oluf Høst, Cobra, Asger Jorn, Richard Mortensen og Robert Jacobsen, ella um klassiska avantgardulist, so eru tað t.d. poplist, fluxus ella Ólafur Eliasson, ið arbeiðir við optiskum installatiónum, ið broyta lit og skap, alt eftir hvussu vit standa í mun til verkið? Øll, sum hava verið á kendum nútíðarsøvnum í stórbýum sum Berlin, London og Paris, vita, hvussu ágangandi og deiliga avbjóðandi nútíðarlistin er, hvussu hon í dag ikki er eyðkend av landamørkum. Tað er tí ógjørligt at siga, at Eliasson er dani, íslendingur ella beinleiðis hvønn nationalitet, hansara list umboðar. Tað sama er tíbetur hent við føroyskum listafólkum sum Hanna Bjartalíð, Rannvá Kunoy og Sigrun Gunnarsdóttur Niclasen.Johannes Møllehave tók til, at týdningurin, sum klassikarar hava, er undirdrivin. Tað er sjálvandi rætt, men fólk sum Møllehave, og nógvir av hansara slag, lesa klassikarar, men fara ikki longri. Tey lesa ikki Kafka og modernistiskar klassikarar í 20. øld. Her hava teir ov lítið álit á modernismuni sum sannkenning, tí hon er ikki klassisk á sama hátt.Ein ordans kanónEg haldi, at ein góð og opin kanon er ein samanrenning millum eina føroyska, norðurlendska kanon og eina vesturlendska kanon, ið er opin fyri nýggjum kvinnuligum høvundum ella høvundum úr Triðja Heiminum. Tað er ein gongd leið í globaliseringini. Ein kanon skal ikki vera nationalistisk ella konservativ, men berjast harðliga ímóti heimføðiskapinum, ið er endurkomandi vandi í Føroyum sum pinkulingasamfelag mitt í Norðuratlantshavi.
Eg haldi ikki, at vit kunnu grundgeva filologiskt longur. Altso, at tað er nátúrligt, at greinir sum føroyskt ella danskt bæði innihalda ein málsligan og ein bókmentaligan part. Lærarar, ið hava áhuga fyri máli, hava tað ofta ikki fyri bókmentum, og hesi hava skrivað serritgerð í málfrøði. Hinvegin eru bókmentaáhugaðir lærarar ofta rættiliga lítið vitandi og áhugaðir fyri málsligum viðurskiftum. Eg haldi, at vit skulu endurmeta greinir sum føroyskt og danskt í Føroyum og skræða tær sundur í ein málsligan part og ein bókmentaligan – eins og í Svøríki. Bókmentaliga partin skuldi ein so lagt saman við donskum, har ein las norðurlendskar bókmentir, danskar og føroyskar bókmentir taldar við, og ikki minst heimsbókmentir.
Lærugreinina skuldu vit kallað »Norðurlendskar bókmentir og bókmentafrøði«. Tá høvdu okkara pisur verið betur fyri at farið t.d. beinleiðis á ein amerikanskan lærdan háskúla at lesa og kappast við lesandi har á jøvnum føti.

Heimildir:Hugo Friedrich: »Strukturen i moderne lyrik«. 1956. Harold Bloom: »The Western Canon. The Books and School of the Ages«. 1994.Kjell Espmark: »Själen i bild. En huvudlinje i modern svensk poesi«. 1977.Peter Stein Larsen: »Modernistiske outsidere – Underbelyste hjørner af dansk lyriktradition fra 1800 til i dag«. Odense. 1998.

No comments: