Wednesday, September 26, 2007

Vánalig próvførsla

Vánalig próvførsla
-Ein lítil typologi yvir ógyldug argument

»Áðrenn kvinnur fingu valrætt, vóru eingi atomvápn« Dømi um vánaliga próvførslu




Í heimspekini er einki forboðið sum so, har er tankafrælsi. Tað einast sum er pínligt, er ósamanhangandi próvførsla. Ein kunnleiki til filosofi og retorikk er tí ikki so býttur, serliga um fólk vilja kunna verja seg móti galnum hundum í føroyska kjakheiminum.
Eg vil seta sjey reglur fram her við dømum um vánaliga próvførslu, ið vit kanska kenna uttan at hugsa um tað, men ofta gloyma at afturvísa.1 Ad hominem
Mangan tosa vit um, at man ikki skal fara eftir manninum, men bóltinum. Hetta er góð retorisk og filosofisk siðvenja, tað øvugta er eitt feilargument, ið verður kalla ad hominem. Tað er eisini ein vánalig siðvenja, at gera fólk firtin við at klikkja inn á ymiskt, ið hesin trýr á ella umboðar. Politikarar gera hetta við vilja mangan, teir rópa og skavast eisini mangan meðan onnur tosa. Politikarar vinna mangan við argumentum ad nauseam, við at troytta fólk til tey fáa kvalmu, júst sum ein sjónvarpslýsing. Hetta er sjálvandi einki galdandi argument, og er meiri at samanbera við herróp og heilavaskan.
Ad hominem hevur nógvar formar, t.d. ein sum vit kunnu kalla tað:

sálarfrøðisliga ella psykogenetiska formin, har vit siga, at »tú sigur bert soleiðis, tí tú hevur minnilutakenslur, ella ert øvundsjúkur«, hetta kann vendast móti tí sum sigur hetta. Júst hetta argumentið forpestar mangt kjak. Í Týsklandi kalla tey hatta argumentið fyri kjakdreparan.
2. At brúka ein strámann
Ein onnur sera vanlig álopsætlan er at skapa ein strámann, ið man so berjir niður alment, t.v.s. at ístaðin fyri at møta t.d. Bill ella Ole Wich og teirra argumentum, so ger man ein strámann, sum man so brennir, sum t.d. at siga:

»at Ole Wich er bert ein danskari, ið tí hevur sera døkk kolonial landasvíkjara motiv«. Bill er so hin vegin »ein sekteriskur irrationellur svakligur bíbliufundamentalistur og ein talibanur«.
Her er vanligt at samanbera fólk við hin Grábeinta, talibanar og krígsbrotsmenn, ella geva fólkum eitt loynimotiv, ið tey ofta ikki hava. Strámenn siga meiri um tey sum skapar hesar. 3. At framskriva avleiðingar
Eitt vanligt argument, er eisini at argumentera út frá framskrivaðum avleiðingum (adverse conseqences), ið hesin persónur sjálvandi einki kann vita um, so sum at siga, at:

»um Gud ikki er til, tí vil eitt gudleyst samfelag byggja á lógarloysi og gerðast vandamikið«.

Ella »um vit loyva skrásett paralag, so gerast vit eitt homoland og skulu hava danskar pornológir, og at enda loyva vit barnaporno og neyðtøku«. Hetta er sum at siga, at »um ein tsunami rakar Asia aftur í 2006, so er Gud ikki til og so er dómadagur í nánd«. Hetta minnir um, at skapa falskar mótsetningar, so sum at siga, at einasti møguleikin er at velja millum fundamentalismu ella ateismu, globaliseringsfjepparí ella nationalismu o.s.fr., tá vit vita, at tað finnst aðrar millumleiðir. 3. At látast ikki at síggja ella hoyra hvat hini meina
Ein góð siðvenja er at endurgeva og tulka hvat onnur meina. Ein fyritreyt fyri eitt sakligt kjak, er at tey sum kjakast læra seg at endurgeva hvat mótparturin veruliga sigur og meinar. Tað vanliga er tíverri, at fólk látast ikki at síggja ella hoyra hvat júst varð sagt. So gongur tíðin við, at partarnir skulu berjast um, »tað var ikki tað eg segði«, »jú, tú sigur hetta ella hatta«. Við at gera so, loyvir man ikki, at seriøs sjónarmið koma fram. Hetta er ein serliga neyðarsligur og ódemokratiskur retorikkur.
Ofta hendir, at fólk taka eitt brot úr einum samanhangi, og brúka hetta brotið, sum tænir teimum best via reductum ad absurdum, geva tey hesum broti eina heilt aðra merking. Reductum ad absurdum er bert galdandi, um dømi, ið verður rent út í tað absurda, umboðar heildina.
4. Próvbyrða
Við at spyrja løddar, háfloygdar ella retoriskar spurningar, er gjørdligt at noyða mótstøðufólk at átaka sær próvbyrðuna, ella missa trúðvirði. Tað sum er galið her, er at tað tekur longri tíð at svara enn at spyrja. Ein tápuligur persónur kann spyrja um meiri, enn tíggu vís kunnu svara. Ein spurningur, sum t.d. »hvussu kunnu vísindafólk vænta, at vit skulu trúgva, at alt í eini kyknu er tilvildarliga sett saman?« tekur langa tíð at svara, og retoriskt setur hetta mótstøðufólkið í eina veika støðu.
5. Minking og analogi– reduktionisma
Thales frá Milet (624-547 f. kr.) var ein reduktionistur, ið helt at alt er vatn. Ella sum modernaðir heilagranskarar, at kærleiki er bert dopamin, phenylethylamin og oxytocin í blóðinum. At tá hendan mongdin av drøgg minkar, hvørvur kærleikin. Ella at siga at alt er vald, alt er kyn, ella at alt er religión. Hetta er hin størsta generaliseringin, ið finst í heiminum, og generaliseringar eru altíð reduktivar. Eitt kent dømi er, at vit siga, at okkurt er so eintýtt ella eins, sum at t.d. ein stólur hevur fýra bein, himmalin er bláur og grasið er grønt. Men bæði grasið ella himmalin skifta lit. Og tað finnast stólar sum ruggustólar uttan bein og barrstólar, ið bert hava eitt bein. Analogiargumentið er lætt at loypa á, tí sum argument so hevur tað formin tá:
a og p hava eginleikan q og z og l og j hava eginleikan q tí vilja l og j (sannlíkt) eisini hava eginleikan z felags við a og pHer tekur man ein eginleika frá einum øki, ið man sigur at eitt annað øki hevur, so sum »vísindafólk hava ein smalan sjónarring, og eru tí óvitandi um alt annað. Jú meiri smalan sjónarring ein tjóð hevur, jú meiri tápulig er henda tjóðin«. 6. Argumentið frá minniluta – politisk korrektheit

Ektað skeiv argument eru áhugaverd, serliga um vit læra at kenna tey aftur. Eitt meiri vanligt argument í dag, er tað politiskt korrekta, at onkur heldur seg hava rætt, tí tey eru frá einum etniskum ella kynsligum minniluta, eru fátæk ella liva undir viðurskifum, ið tey halda ger, at tey hava rætt í øllum førum. Argument sum »eg havi rætt, tí eg eri kristin og tað ert tú ikki«, hoyra heima her. Amerikansk politisk korrekt gransking, innan t.d. kyn, gay, etnisk og postkolonial viðurskifti dettur javnan í hesa sjálvrættvísu grøvina, men tað gera politikarar og trúgvandi eisini.
At brúka søguna, við at siga »at tað var gamalt, at okkurt so ella so«, ella hin vegin, at »siga at hatta er ikki modernað longur«. Hetta minnir um at avvísa keldurnar hjá tí sum tosar, við at siga, at »filosoffurin x tók feil og er ein nazistur, tí er alt sum tú sigur skeivt«. 7. At argumentera út frá mynduleika og kenslum

Eitt vánaligt argument er at siga, at »eg havi gjørt hetta, ella vitað eitthvørt, síðani tú sat í grulvigarðinum«. Hetta er eitt retoriskt argument út frá sannroyndum, men hvør sigur, at sannroyndir hjá einum sum er yngri ikki eru meiri eftirfarandi enn tær hjá einum eldri? Hetta er eitt vanligt argument millum serfrøðingar og snobbar, ið halda, at um ein er serfrøðingur, so hevur hann rætt. Ein sum er Dr. Phil ella professari innan eitt øki, má vita nógv um øll øki. Ofta leita fjølmiðlanir eftir tí kendasta serfrøðinginum, ið tey so seta fram, við at siga at »hesin er so og so nógv meiri serfrøðingur enn tykkara«.
Eitt vanligt argument, er at tosa til kenslunar hjá fólkinum. Ella at hertaka fólkið og fáa tey at umboða eins egnu sjónarmið. Hetta argumentið er lætt at kenna, tí tað byrjar ofta við:

»Føroyingurin vil ikki…/ føroyingurin trýr á Gud og ikki á samkynd o.s.fr.«

Her er gjørligt, at fáa eins ringastu fordómar, til at enda í munninum á eini skaptari mynd av føroyinginum. Tarzan geyl effektin

vanligt er, at tey sum kjakast: 1.Hótta tey illavornu uppá pláss. Tað hevur einki at siga, um man hevur argumentir, ella mótargumentir í ordan. Próvførslan snýr seg um at ýla, særa, pína, eymýkja, útstilla, karikera, hótta, ella royna alt hetta í senn, fyri at lemja fólk uppá pláss.
2. Gera alt fyri at køva eitt kjak, við at tiga fólk í hel og soleiðis avvísa teirra myndugleika. Samstundis berjast øll um leiklutin sum offur. Mest av øllum, so vilja øll profilera seg sjálvi, sína samkomu ella politiska flokk o.s.fr. Hetta er ikki fyri mark.
Tað øvugta av einum strámanni, og øllum eg havi nevnt av ringum argumentum, er at fara »ad fontes«, at tulka tað sum varð sagt ella skrivað og venda og draga hesum, og síðani koma fram við einum galdandi argumenti, ið veruliga megnar at koppa hesum, ið varð ført fram, um man er førur fyri at seta eitt slíkt argument fram.

No comments: